Húsabjálving

Fólk til reingerð á Vágsverkinum 6 tímar um vikuna

SEV sóknast eftir fólki at gera reint á Vágsverkinum seks tímar um vikuna.

 

Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak, soleiðis at tú ert við til at halda reinførið á Vágsverkinum á einum nøktandi reinførisstigi eftir nærri ásetingum.

 

Uppgávur

Uppgávurnar eru at halda tann partin av Vágsverkinum reinan, har skrivstovur, kontrolrúm, brúsirúm, wc og matarhølið eru. Vit ímynda okkum, at tú arbeiðir tvær ferðir um vikuna – tríggjar tímar hvørja ferð. Talan er um reingerð uttan fyri vanliga arbeiðstíð – t.e. gerandisdagar eftir kl. 16.00 og áðrenn kl. 08.00 á morgni. Vakhavandi starvsfólk er til arbeiðis á Vágsverkinum allan sólarringin, og tí er verkið altíð mannað.

 

Løn

Talan er um tímalønt starv sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

 

Umsóknin

Umsóknarfreistin er mikudagin 18. oktober 2017, og umsóknin skal sendast til:

 

Elfelagið SEV,

Postrúm 319,

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv@sev.fo

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 147 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

Facebook viðmerking