Húsabjálving

Jens Petur Brattalíð leiðari av marghøllina í Vági

Vágs Ítróttarráð hevur sett Jens Petur Brattalíð sum leiðara fyri marghøllina í Vági, hetta verður kunngjørt á Facebook vanganum hjá Marghøllini í Vági.

Jens Petur hevur drúgvar royndir sum samskipari og fyriskipari, bæði í ítróttarhøpi og í øðrum sambandi. Seinastu árini hevur Jens Petur verið samferðsluleiðari og samferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins. Áðrenn hetta var Jens Petur í eitt tíðarskeið hallarleiðari í Vágs Høll. Jens Petur hevur harumframt royndir sum samskipari hjá bæði FC Suðuroy og TB.

Vágs Ítróttarráð gleðir seg til eina spennandi framtíð, nú marghøllin á Oyrunum í Vági komandi vikurnar verður reist og seinni í ár ætlandi verður tikin í nýtslu. -Vit gleða okkum eisini til eitt spennandi samstarv við Jens Petur Brattalíð, sum vit øll kenna sum ein sera dugnaligan leiðara við stórari drívmegi, sigur Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vágs Ítróttarráð.

Starvið sum leiðari til marghøllina í Vági varð lýst leyst fyrr í summar. Fýra umsøkjari vóru til starvið.

 

Á Facebook vanganum hjá Marghøllini í Vági er meiri kunning um marghøllina – her.

Facebook viðmerking