Húsabjálving

Sjúkrarøktarfrøðingur til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Talan er um eitt fast starv, ið verður sett frá 1. desembur 2017 ella eftir nærri avtalu.

Í byrjanini verður talan um ambulant virksemi við 0,5 arbeiðstíð.

Hevur tú hug at verða ein partur av okkara toymi, ið skal menna nýggju tvørfakligu pínuklinikkina, ið skal veita tænastu til allar føroyingar, so er møguleikin her.

Pínuklinikkin hevur í nøkur ár virkað sum monofakligt tilboð til føroyskar pínusjúklingar. Virksemi verður nú økt, so tað framyvir verður tvørfakligt. Tað vil siga, at pínuklinikkin, umframt yvirlæknan, eisini fer at umfata aðrar yrkisbólkar t.d. sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut, sálarfrøðing og sosialráðgeva.

Vit viðgera fyrst og fremst kroniskar kompleksar non-malignar pínusjúklingar.

 

Vit vænta at umsøkjarar:

  • hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hava góðan fakligan førleika og áhuga í pínuviðgerð
  • eru sjálvstøðugir og hava góð samskiftisevni
  • eru fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíðum og vilja virka sum samskipari
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic

 

Løn- og setanartreytir verða sambært galdandi sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Theodor Høgagarð, yvirlækna theodor@ssh.fo tlf. 34 33 00 ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra gunnbjorg@ssh.fo ella tlf. 34 33 00.

 

Umsóknir við autorisatión og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

 

Suðuroyar Sjúkrahús

att. sjúkrahússtjórin

Postsmoga 51

810 Tvøroyri

 

ella 

 

ssh@ssh.fo

 

Umsóknarfreist:

23. oktobur 2017.

 

Facebook viðmerking