Húsabjálving

110 ára vikan: Tórsdagin 5. oktober

Vágs kommuna: Skráin fyri tórsdagin 5. oktober í 110-ára vikuni er hendan:

Kl. 12.00 Eldradøgurði á Hamragarði
Eldradøgurði fyri borgarar, sum eru 65 ár og eldri verður á Hamragarði. Borðreitt verður við lambasteik v/eplum og sós. Omaná kaffi/te og dessert.

Tey, sum ynskja at luttaka í felags døgurðanum á Hamragarði tórsdagin 5. oktober kl. 12 verða biðin um at boða frá í Miðlatúni á tlf. 239390 í seinasta lagi mánadagin 2. okt. kl. 16.00

Døgurðin v/kaffi og te kostar 30 kr.

Tey, sum ynskja bil vestur á Hamragarð, verða somuleiðis biðin um at siga frá í Miðlatúni á tlf. 239390. Bilur má bíleggjast í seinasta lagi ónsdagin 4. okt. kl. 14.

 

Kl. 14:00 – 16:00 Eldrasambýlið ” opið hús”

Frá kl. 13 til kl. 15 er opið hús uppi í Eldrasambýlinum, har øll eru vælkomin framvið at fáa sær ein kaffimunn og til eitt prát, samstundis sum tað ber til at hyggja runt.

 

Kl. 15.00 – 17.00 Ruth Smith Savnið

Ruth Smith Savnið er opið og øll eru vælkomin á gátt at vitja hetta framúrskarandi savn av málninga-dýrgripum eftir Ruth Smith.

 

Kl. 19.00 Gangi- og trillitúrur við Hvistuni

Rørslufelagið Hvistan skipar fyri gangi- og trillutúri ónskvøldið l. 19. Byrjað verður við Tríkantin á Sandinum.

 

Kl. 19.30 Filmsvísing í Miðlatúni

Vegna tekniskar trupulleikar verður filmurin hjá Anders Kristensen ikki vístur. Í staðin verður vístur ein farvi-filmur frá 1950, har nógvar upptøkur eisini eru úr Suðuroynni og úr Vági. Harumframt verður vístur filmur frá vitjanini hjá Reynir í 1965, tá VB og Reynir spældu fótbólt á Eiðinum.

Filmsvísingin verður í Miðlatúni týskvøldið, ónskvøldið og tórskvøldið kl. 19.30. Filmsvísingin er í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn – og er ókeypis.

Facebook viðmerking