Húsabjálving

VB til Klaksvíkar sunnudagin

Við sigrum ímóti Neistanum og H71 og javnleiki ímóti Kyndli hevur VB fingið eina góða byrjan á hondbóltskappingarárið. Sunnudagin gongur leiðin til Klaksvíkar, har Stjørnan tekur ímóti.

Við tveimum sigrum og einum javnleiki er VB við 5 stigum á einum 2. plássi í Hvonndeildini. Kyndil, sum er nr. 1, hevur eisini 5 stig, men hevur betri málmun enn VB.

VB skal sunnudagin kl. 13 spæla ímóti Stjørnuni í KÍ-høllini. Kyndil skal í grannauppgerð ímóti Neistanum sunnudagin, tann dysturin verður kl. 14.30. Triði dysturin sunnudagin verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Stíf, tann dysturin verður eisini kl. 14.30.

 

 

Facebook viðmerking