Húsabjálving

VB greiðan sigur í Klaksvík

VB-kvinnurnar hava í dag verið í Klaksvík har Stjørnan tók ímóti. Tá samanum kom vann VB ein greiðan 32-18 sigur.

VB-kvinnurnar løgdu seg tíðliga í dystinum framum við 3-4 málum. Tað var tó Stjørnan sum legði harðast út og var á odda 5-4 tá 13 minuttir vóru farnir. Men so setti VB ferð á og í veruleikanum var tað eftir fyrstu 20 minuttirnar bara spurningur um hvussu stórur VB-sigurin fór at verða, tí VB-kvinnurnar vóru greitt omaná tað, ið eftir var av dystinum.

Hálvleiksstøðan var 14-9 til VB. Og frá byrjan í seinna hálvleiki hildu VB-kvinnurnar ferðina uppi. Meðan VB gjørdi 7 mál, gjørdi Stjørnan 2, so støðan var nakað inn í seinna hálvleik 21-11.

Og dysturin endaði so við einum greiðum 32-18 sigri.

Fyri VB gjørdi Mathilde Pedersen 8 mál, Caroline Ladefoged og Rúna Jacobsen gjørdu 6 mál hvør, Gurið K. Augustinussen 5 mál, Agnes Fallesen 4 mál, Bára K. Mortensen 2 mál, Rannvá Johannesen og Rebekka Godtfred 1 mál hvør.

 

VB heldur fast í góðu byrjanini og hevur nú vunnið 3 av 4 dystum, tann fjórða dystin spældu VB-kvinnurnar javnt ímóti Kyndli.

Næsti dystur hjá VB er í Vági 15. Oktober ímóti Stíf.

 

Facebook viðmerking