Húsabjálving

Suðuroyartunnilin má á dagsskránna nú !

Dennis Holm: Seinastu nógvu ártíggjuni – ja í veruleikanum í longri tíð enn nakar minnist, hevur gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni verið skeiva vegin.

Fólkatalið í Suðuroynni kom í hæddina í 1921 – fyri umleið 100 árum síðani – tá smá 23% av Føroyafólki búðu í Suðuroynni. Síðan hetta hevur gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni øll árini, undantikið okkurt einstakt ár, verið verri enn gongdin í fólkatalinum í Føroyum. Antin hevur fólkatalið í Suðuroynni minkað skjótari enn í landinum sum heild, ella minka meðan vøkstur er í landinum – og í summum førum, tá vøkstur eisini hevur verið í fólkatalinum í Suðuroynni, hevur vøksturin tó verið minni enn í landinum sum heild.

Seinastu ártíggjuni, síðan miðskeiðis í 1970unum, hevur moderniseringin av føroyska samfelagnum skundað undir skeivu gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni. Frá tí at fiskiskapur og fiskivinnan á landi vóru høvuðsarbeiðsgevarar í Føroyum og høvdu tey størv, sum fólk leitaðu í, fara flest øll ung í dag á miðnámsskúla og fáa sær síðani eina førleikagevandi hægri útbúgving.

Tey “góðu og spennandi størvini” til útbúgvin fólk eru í stóran mun í miðstaðarøkinum, og hevur miðstaðurin av somu orsøk drigið fólk til sín úr øllum landinum. Við útbyggingini av vegakervinum, av bergholum og undirsjóvartunlum, hava 87% av Føroyafólki í dag vegasamband til miðstaðarøkið og kunnu sostatt koyra til og frá arbeiði í Havn. Hetta hevur eisin ført við sær, at alt samanbundna meginøkið hevur havt ein munandi vøkstur í fólkatalinum seinastu árini, einamest tí tað ber til at velja at búseta seg í “heimbygdini” og koyra til arbeiðis í Havn.

Sjóvegisfarleiðin við Smyrli um Suðuroyarfjørð ger, at tað ber ikki til at pendla (fara frá húsum um morgunin og heim eftir arbeiðstíð) til størv í miðstaðarøkinum. -Og er hetta eisini høvuðsorsøkin til at fólkatalið í Suðuroynni minkar ár um ár, og suðuroyingar gerast ein alsamt minni partur av Føroyafólki. Í dag telja suðuroyingar umleið 9,5% av Føroyafólki.

Skal Suðuroyggin og skulu suðuroyingar hava somu møguleikar sum fólk í flest øllum pørtum av landinum, so er fast samband við meginøkið ein greið fyritreyt. Ikki fyrr enn tað ber til at búgva í Suðuroynni og dagliga pendla til góðu størvini í meginøkinum, kann Suðuroyggin teljast millum valmøguleikarnir, tá okkara ungu eftir lokna útbúgving, skulu gera av, hvar tey skulu seta búgv.

Halda áfram at bora í 2022
Eysturoyar- og Sandoyartunnilin eru settir á skrá. Maskinurnar eru farnar ígongd á Hvítanesi og á Strondum, og í 2018 verður farið undir Sandoyartunnilin. Gongst sum ætlað, verða teir lidnir at bora Sandoyartunnilin í 2022 – og tá mugu maskinurnar sjálvandi halda áfram suðureftir og seta hol á Suðuroyartunnilin!

Alt føroyska infrakervið er uppbygt á samhaldsfastum grundarlag, sum hevur tryggjað, at vegasamband er komið út í hvønn krók í samfelagnum. Samhaldsfasta skipanin er og var eisini grundarlag undir sjóvegis farleiðunum, har tær eru og vóru berandi partur av infrakervinum. Tí er eisini nærlagt at føroyska infrakervi eisini í framtíðini verður grundað á samhaldsfesti, heldur enn á ein cost-benefit spurning um hvørji vegasambond tað loysir seg fíggjarliga at gera íløgur í.

Landsverk hevur gjørt eitt upprit um Suðuroyartunnilin. Tankar eru eisini frammi um skipan av felags tunnilsfelagi fyri allar undirsjóvartunnlar, soleiðis at styrkin í felagnum kann gerast so stór sum tilber, ikki minst fyri at ávirka møguleikirnir fyri at fáa góða og bíliga fígging.

Rætta tíðini er nú!
Vaksandi orðaskiftið um Suðuroyartunnilin er gleðiligt og neyðugt. Rætta tíðini at fara ígongd er nú!
Gamaní ressast summi tingfólk, tá ein íløga á eini 3 milliardir krónur verður havd á lofti – onki óvanligt er í tí. Men um ein torur at hugsa um íløguna og um hvørjar ávirkan hon fær at fáa á bæði Suðuroynna og føroyska samfelagið í síni heild, so er onki at ivast í, at talan er um eina skilagóða og ikki minst eina neyðuga íløgu.

Eitt annað er, at innan 5-8 ár skal støða takast til spurningin um at byggja ein nýggjan Smyril, sum tá helst fer at táttað í einari íløgu á 1 milliard krónur. Íløgan krevur eisini ein árligan rakstur á 80-100 milliónir krónur. Verður hetta tikið inn í roknistykkið, er íløgan á 3 milliardir ikki so ræðandi.

Í viðmerkingum hava tingfólk og onnur seinastu vikurnar víst á, at neyðugt verður at gera íløguna í Suðuroyartunnilin, tá løtan er hin rætta. -Hetta helst sipandi til, at nógv ferð er á føroyska búskapinum í løtuni. Men verður PF Suðuroyartunnilin stovnað í 2018 og fyrstu innskotini gjørd í 2018 og tey næst 5 árini, so hevur hetta lítla ávirkan á samlaða búskapin.

Umframt at leggja til síðis í búskapargrunn og gjalda niður skuld, ber væl til hjá Landinum at seta pengar í PF Suðuroyartunnlin, sum skal í gongd við stóra arbeiði í 2022 (áðrenn 2022 skal sjálvsagt fyrireikingararbeiði gerast).

Tá tikið verður inn í myndina, at sjálvt arbeiði at gera Suðuroyartunnilin fer at taka eini 6-7 ár, so er lítið at ivast í, at vit í hesum tíðarskeiði (frá 2018 til 2029) fara at hava ár við góðari búskapargongd, eins og vit fara at hava ár við minni góðari gongd ella kanska enntá við búskaparligari niðurgongd.

Av somu orsøk finnist neyvan rættari løta at stovna og seta pengar í PF Suðuroyartunnilin enn beint nú, har vit hava fíggjarliga rásarúmið til tað !

Tað hevur lítla og onga ávirkan á Fíggjarlógina fyri árið 2018, um 10 millónir krónir verða settar av til partapening í PF Suðuroyartunnilin (sum so seinni kann gerast partur av einum felags felagið fyri allar undirsjóvartunlarnar). Avlopið á fíggjarlógini verður framhaldandi stórt og landsstýrið og Løgtingið kunnu átaka sær leiklutin at raðfesta fram í tíðina og tryggja at seinasta stóra økið í landinum, Suðuroyggin, verður knýtt uppí- og samstundis fær møguleika fyri at virka undir javnbjóðis korum við restina av landinum.

 

Dennis Holm

 

Facebook viðmerking