Húsabjálving

Leiðari til Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla

Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla, at byrja skjótast til ber.

Um starvið
Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli grundar sítt virksemi á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetir, at kommunan skal seta á stovn almenna og serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi í einum vavi, ið er hóskandi og tørvur er á. Frítíðarundirvísingin stendur øllum borgarum í kommununi, sum eru yvir 14 ár, í boði.

Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli vísir bygnaðarliga til mentanarnevndina hjá Tvøroyrar býráð, og tað er eisini býráðið, sum eftir tilmæli frá setanarbólki og mentanarnevndini, setir leiðaran í starv. Mentamálaráðið skal góðkenna setanina.

Frítíðarundirvísingin verður boðin út um veturin, men undirvíst kann eisini verða í ávísum evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í Tvøroyrar skúla, men undirvísingin kann verða hildin í øðrum hølum í Tvøroyrar kommunu eisini.

Arbeiðið sum leiðari fyri Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla inniber, at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna- og serstaka frítíðarundirvísing. Lærugreinarnar fevna um bæði handalig og ástøðilig evni innan mentanarøki eitt nú list, tónleik, ítrótt og matgerð. Leiðarin kann eisini sambært lógini fyriskipa lærugreinar innan yrki, sum miðja ímóti einum ávísum arbeiðsøki umframt skipa fyri royndarfyrireikandi undirvísing, ið eftir ynski frá tí einstaka luttakaranum kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku.

Í hesum sambandi hevur leiðarin ábyrgdina av, at seta fólk til at undirvísa, og í samstarvi við kommunalu umsitingina, á hvørjum ári senda inn ætlan til Mentamálaráðið um ta frítíðarundirvísing, sum ætlanin er at fremja. Mentamálaráðið veitir fíggjarligan stuðul til útreiðslur í sambandi við frítíðarundirvísingina.

Førleikakrøv
Tað hevur týdning, at tú:

  • Hevur útbúgving sum lærari ella samsvarandi útbúgving.
  • Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.
  • Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.
  • Hevur áhuga og førleikar, at menna ein nútímans kvøld- og ungdómsskúla.
  • Hevur góð samstarvsevni.
  • Ert væl skipað/ur og at tú í tínari atferð er fyrikomandi.

Tú kemur at hava samband við ymiskar áhugapartar eitt nú undirvísarar, skúlan, kommunalu umsitingina og mentanarnevndina hjá Tvøroyrar Býráð umframt Mentamálaráðið. Tí er neyðugt, at tú dugir og tímir væl at samskifta við fólk innan ymisk yrki bæði í talu og í skrift.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 30. okt.

Leiðari til Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla

Facebook viðmerking