Húsabjálving

Djóralæknar til Heilsufrøðiligu

Vit søkja eftir tveimum djóralæknum og tveimum náttúruvísindaligum fólkum til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Talan er um trý føst størv og eitt tíðaravmarkað starv í 8 mánaðir.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski
  • Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð
  • Málsviðgerð í sambandi við løggilding og skráseting av matvørueindum
  • Eftirlit og skoðan av góðkendum matvørueindum á heimamarknaðinum, vatnverkum og fiskavørum til inn- og útflutning
  • Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast, alt eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist.

Krøv til útbúgving og førleikar

  • Djóralækni
  • Fiskaheilsukandidatur
  • Matvørukandidatur
  • Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving.

Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva
  • sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli
  • hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir
  • kann arbeiða nógv úti kring landið
  • hevur koyrikort til bil.

Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 19. okt.

Djóralæknar til Heilsufrøðiligu

Facebook viðmerking