Húsabjálving

1. bókavørður til Føroya landsbókasavn

Søkt verður eftir 1. bókavørði til Føroya landsbókasavn at byrja 15. november ella skjótast til ber.

Starvið
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir m.a. um raksturin av avgreiðsluni og útláninum, at gera vaktarskipanir o.t., at skipa fyri keypi og skráseting av bókasavnstilfari og vaktir í útláninum.

Førleikar
Til starvið krevst bókavarðaútbúgving (DB ) ella útbúgving, sum samsvarar við hesa, eins og fyrimunir er at hava leiðsluroyndir.

Vit rokna við, at tann, ið sett/-ur verður, hevur:

  • góð samstarvsevni
  • sjálvstøðugt arbeiðslag
  • góðan tænastuhugburð
  • og góðan telduførleika

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 31. okt.

1. bókavørður til Føroya landsbókasavn

Facebook viðmerking