Húsabjálving

Fysioterapeutar til Roðan

ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR 2 FYSIOTERAPEUTUM

Í Roðanum økistænastuni er málið at eldri borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kunmmunu skulu kunna liva og luttaka í samfelagnum og at tey skulu kunna vera sum longst í egnum heimi. Tí vilja vit stuðla undir, at tey varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey er so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Roðin vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølunum, heima hjá borgaranum og á teimum trimum heimunum í Roðanum: Sjóvarlon, Vesturskin og Ellis- og røktarheiminum.

SØKT VERÐUR EFTIR:
Einum fysioterapeuti í fast starv á starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Starvið er til setan 1. desember 2017.

Einum fysioterapeuti fyri fysioterapeut í farloyvi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Starvið er til setan frá 1. januar 2018 til 30. september 2018.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 23. okt.

Fysioterapeutar til Roðan

Facebook viðmerking