Húsabjálving

Hugnaløta og aðalfundur í Hvistuni

Tórskvøldið 26. oktober bjóðar Rørslufelagið Hvistan til hugnaløtu og ársaðalfund.

Tiltakið byrjar kl 18.00 við nátturabita og práti. Eftir tað verður framløga um nýggju Marghøllina og møguleikum hon hevur við sær.

Kl. 19.30 verður ársaðalfundurin hjá Hvistuni, og verður skráin hendan:

Aðalfundurin verður hildin við hesari dagskrá.

Val av orđstýrara
Frágreiđing um farna árið
Framløga av roknskapi
Nevndarval
Ymiskt

Mál skullu verða nevndini í hendi minst 1 viku áðrenn fundin. Allir limir yvir 15 ár og møta á fundinun hava atkvøðurætt.

Kunning um stað kemur í somu viku, sum ársaðalfundurin verður, og verður kunnað á Suðurrás og vanganum hjá Hvistuni á facebook.

Øll eru vælkomin – Rørslufelagið Hvistan

Facebook viðmerking