Húsabjálving

80 børn og ung á hondsbóltsskúla í Vági

Hesa vikuna – í heystfrítíðini – skipar VB fyri árliga og afturvendandi hondbóltsskúlanum hjá VB. Sum vant er undirtøkan sera góð, eini 80 børn og ung eru á hondbóltsskúla í Vági.

Hondbóltsskúlin verður skipaður í Vágs Høll, men harumframt verður eisini vant í venjingarhølunum hjá Ítróttaháskúlanum og í fimleikahøllini í Vágs Skúla. Døgurða eta tey í VB-húsinum.

Fyriskipararnir lata sera væl at og børnini hugna sær óført, samstundis sum tey fáa møguleika at mennast sum hondbóltsspælarar.

Hondbóltsskúlin endar í dag, tórsdagin 12. okt.

Facebook viðmerking