Húsabjálving

Fíggjarlógaruppskotið: Raðfesta náttúruvernd og umhvørvi

Landsstýriskvinnan í innlendismálum arbeiðir í løtuni við fleiri átøkum, sum hava til endamáls at styrkja verndina av føroysku náttúruni.

Nýggj lóg um náttúruvernd verður løgd fyri Løgtingið í ár og í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 er peningur settur av til eina fakliga dygga náttúrufyrisiting, umframt at fyribyrgja og týna rottu.

Verandi lóg um náttúrufriðing er ikki tíðarhóskandi og tryggjar ikki føroysku náttúruni neyðugu verndina. Tí ynskir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, eina nýggja lóg á økinum. Væl er komið áleiðis við arbeiðinum at orða nýggja náttúrverndarlóg og lógaruppskot, sum skipar fyrisiting og vernd av margfeldinum í tí føroysku náttúruni, verður lagt fyri tingið í ár.

Umframt verndarásetingar ásetur uppskotið nakrar meginreglur, sum allir almennir myndugleikar skulu hava sum leiðreglur, tá ið avgerðir verða tiknar, sum ávirka margfeldið í náttúruni.

Somuleiðis fær náttúrvernd eina fíggjarliga uppraðfesting komandi ár. Av teimum tveimum milliónunum, sum eru settar av til náttúrufyrisiting í fíggjarlógarini í 2018, fer ein partur til eina fakliga náttúrufyrisiting við støði í komandi náttúruverndarlóg. Hin parturin skal nýtast til verja rottufríar oyggjar móti rottu, umframt at fremja miðvís átøk at upplýsa um og týna rottu.

Facebook viðmerking