Húsabjálving

Gongutúrur á Sevmýri leygardagin 14. oktober

Hóast veðurlagið spakuliga broytist til tað verra, so halda væl umtóktu gongutúrarnir, ið Tvøroyrar Kommuna og Visit Suðuroy á Tvøroyri skipa fyri fram.

Komandi leygardag verður lagt til brots á niðara partinum av Sevmýri – tað, ið verður kallað Niðari Garður. Byrjað verður í grótbrotinum kl. 14:00 og gingið verður inn til “Uttara Handil”, ið er har, ið Føroya Tele heldur til í dag.

Jákup Jensen verður frásøgumaður.

Veðurforsøgnin júst nú, sigur nakað av vindi leygardagin, men turt og vónandi møta fólk fjølment.

Facebook viðmerking