Húsabjálving

Beinir á Pubbini leygarkvøldið

Leygarkvøldið 14. oktobur kl. 21 spælir Beinir á Pubbini.

Beinir var 13 ára gamal, tá hann fyri 4 árum síðan gav út  fløguna ”Kom við” við egnum tekstum og løgum. 

Framman undan var hann gittarspælari og sangari í Óvita Blues Band og Kulumrótum. Í summar var Beinir í studio í Spania og tók upp 10 løg til nýggja fløgu. Hesaferð eru  tekstirnir á enskum. 

Beinir og beiggin Rani fara at spæla nýggju løgini, nøkur av teimum gomlu, m.a. Sápubløðruna og blues´aran um Neyðars stórabeiggja, umframt góð útlendsk tøkuløg.

Facebook viðmerking