Húsabjálving

Kvøldseta um bróstkrabba á Hotel Bakkanum

Í oktobur varpa vit ljós á bróstkrabba 💞  Vit eru 8 kvinnur, sum allar hava havt bróstkrabba og fríggjadagin koma nakrar av okkum ein túr suður at hava eina kvøldsetu á hotel Bakkanum.


Í samstarv við Bót til bata og Krabbameinsfelagið ferðast vit kring landið fyri at fortelja okkara søgur – fyri at upplýsa, kveikja vón og minna bæði kvinnur og menn um at kanna bróstini 💞

Tiltakið er á Hotel Bakkanum í dag, fríggjadagin 13. Okt. frá kl. 17 til l 19.

 

Facebook viðmerking