Húsabjálving

Sjúkrarøktarfrøðingur til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Talan er um eitt fast starv, ið verður sett frá 1. desembur 2017 ella eftir nærri avtalu.

Í byrjanini verður talan um ambulant virksemi við 0,5 arbeiðstíð.

Hevur tú hug at verða ein partur av okkara toymi, ið skal menna nýggju tvørfakligu pínuklinikkina, ið skal veita tænastu til allar føroyingar, so er møguleikin her.

Pínuklinikkin hevur í nøkur ár virkað sum monofakligt tilboð til føroyskar pínusjúklingar. Virksemi verður nú økt, so tað framyvir verður tvørfakligt. Tað vil siga, at pínuklinikkin, umframt yvirlæknan, eisini fer at umfata aðrar yrkisbólkar t.d. sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut, sálarfrøðing og sosialráðgeva.

Vit viðgera fyrst og fremst kroniskar kompleksar non-malignar pínusjúklingar.

Vit vænta at umsøkjarar

  • hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hava góðan fakligan førleika og áhuga í pínuviðgerð
  • eru sjálvstøðugir og hava góð samskiftisevni
  • eru fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíðum og vilja virka sum samskipari
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo. Umsóknarfreist er 19. okt. Umsóknarfreist: 23 oktobur 2017.

Facebook viðmerking