Húsabjálving

Suðuroyingar stríðast fyri 6. plássinum

Eftir tapið ímóti 07 Vestur sunnudagin, skulu Suðuroyingar í seinasta umfari í dysti ímóti Skála stríðast um 6. plássið í Effodeildini 2017.

Skála spældi sunnudagin javnleik 0-0 ímóti HB og er harvið í løtuni á 6. plássi við 30 stigum. Suðuroyingar hava 29 stig, tað sama hevur EB/Streymur.

Skulu Suðuroyingar enda á 6. plássi, so skulu teir vinna seinasta heimadyst ímóti Skála leygardagin.

Støðuna í Effodeildini finnur tú her

 

Facebook viðmerking