Húsabjálving

Seinasti dystur í ár

Leygardagin er seinasta umfar í Effodeildini á skrá. Suðuroyingar taka ímóti Skála, nr. 7 ímóti nr. 6.

Vinna Suðuroyingar, so enda teir sum nr. 6, meðan eitt tap kann føra við sær, at Suðuroyingar enda á 8. plássi.

EB/Steymur, sum er á 8. plássi í løtuni, skal í Gøtu spæla ímóti Víkingi. Við javnleiki eru Víkingar meistarar, men vinnur EB/Steymur ruddiliga, samstundis sum KÍ vinnur ruddiliga ímóti NSÍ, so kann tað endað við, at FM-steypið endar í Klaksvík og ikki í Gøtu.

B36 og NSÍ stríðast um 3. pláss. B36 hevur 47 stig, NSÍ 46 stig. NSÍ tekur sum nevnt ímóti KÍ í Runavík. B36 skal hinvegin í grannauppgerð í Gundadali, har HB fer at spæla fyri æruni, nú tað ikki gjørdist til meiri enn eitt 5. pláss kappingarárið 2017.

Seinasti dystur er millum ÍF og 07 Vestur, ein ótýðandi dystur, tí ÍF er farið niður í 1. deild, meðan 07 Vestur framvegis hevur møguleikan fyri framhaldi í Effodeildini, um so er, at úrslitini í 1. deild laga seg til teirra fyrimun.

Alt í alt eitt spennandi seinasta umfar, har teir seinastu brikkarnir í landskappingini í bestu deildini í fótbólti skulu leggjast.

Allir dystir byrja kl. 15.15.

Facebook viðmerking