Húsabjálving

Toppdystur í Vestmanna leygardagin

Leygardagin kl. 16.30 verður toppdystur í Hvonn-deildini, tá VÍF og VB spæla í Vestmanna. Talan er um dyst millum fremstu liðini í Hvonn-deildini.

VB og VÍF hava bæði fingið ein sera góða byrjan á kappingarárið og eru bæði liðini ósigraði. Bæði liðini hava 9 stig fyri 5 dystir og sera lítil munur er á málmununum hjá liðunum, hóast VB hevur munin og tískil er oddalið í Hvonndeildini.

Bæði liðini hava ætlanir um at stríðast í oddinum kappingarárið 2017/2018 og tað verður spennandi at fylgja við hvussu hesin fyrsti toppdysturin millum nýggju oddaliðini í Hvonndeildini fer at ganga.

Dysturin verður í Vestmanna kl. 16.30.

 

Mynd: Bjartur Vest

 

Facebook viðmerking