Húsabjálving

VÍF vann toppdystin ímóti VB

VÍF vann toppdystin í Hvonndeildini ímóti VB í Vestmanna leygardagin við tveimum málum, 28-26.

Lagt varð upp til ein spennandi dyst nú nýggju oddaliðini í Hvonndeildini á fyrsta sinni skuldu bresta saman í ár. Nógv fólk var eisini savnað í høllini í Vestmanna, bæði viðhaldsfólk hjá VÍF og hjá VB.

Liðini bæði fylgdust eisini fyrstu 15-20 minuttirnar. VB legði seg fyrst frammum, so kom VÍF aftur í aftur, og so gjørdi VB aftur mál – og so aftur javnt.

Men tá eini 17-19 minuttir vóru farnir fór VÍF framum við 2 málum. Og hendan støðan helt sær so at siga allan dystin. Hvørja ferð VB minkaði um munin til 1 mál, so megnaði VÍF at svara aftur, soleiðis at munurin aftur gjørdist tvey mál.

Hálvleiksstøðan var 12-10 til VÍF og dysturin endaði við 28-26 sigri til VÍF.

VÍF er nú einsamalt á odda við 11 stigum, meðan VB og Kyndil hava 9 stig. Øll trý liðini hava spælt 6 dystir.

 

Málskjúttar hjá VB leygardagin ímóti VÍF vóru:

Mathilde Pedersen, 7 mál
Caroline Ladefoged, 7 mál
Agnes Fallesen, 5 mál
Bára K. Mortensen, 2 mál
Gurið K. Augustinussen, 2 mál
Rannvá Johannesen, 2 mál
Rúna Jacobsen, 1 mál

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking