Húsabjálving

Susvim vann Ægir-Stevnuna

Farna vikuskiftið, 21. og 22. okt. skipaði Ægir fyri svimjistevnu í Klaksvíar Svimjihøll. Susvim gjørdist vinnari av stevnuni og Róland Toftum mest vinnandi svimjari við 10 gull heiðursmerkjum.

Tilsamans vóru tey 131 svimjarar úr øllum teimum 6 virknu svimjifeløgunum í Føroyum, sum kappaðust tilsamans 845 ferðir sum einstaklingar og 64 ferðir sum lið, í 40 greinum. 

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 16 5 10
HS 13 16 12
Ægir 8 17 13
Reysti 2 1 1
FLOT     1
FS      
Tilsamans 39 39 37

Úrslitini frá Ægir stevnuni finnur tú eisini her.

Facebook viðmerking