Húsabjálving

Ókeypis royndartími í Aqua Fitness

Ókeypis royndartími í Aqua Fitness týsdagin 31.10.17 kl 20.00

Í samband við at nýtt hold í Aqua Fitness byrjar hósdagin 2.11.17, bjóðar Páls Høll øllum til ein ókeypis royndartíma.

Aqua fitness er ikki lættur fimleikur í hylinum, men ein blanding av HIIT og TABATA venjing, har vit fáa pulsin upp, betra kondisjón og forbrenna eina rúgvu av kalorium.

Av tí at man vigar 70% minni í vatni kunnu tey, ið hava skaðar so sum ringan rygg og knø eisini vera við.

Tað ber til at venja í svimjiklæðum ella í buksum og blus. Lat teg í tey klæðir tú følir teg best í, og kom til ókeypis royndartíma týsdagin 31.10.17 kl. 20.00

Facebook viðmerking