Húsabjálving

Vágs kommuna søkir reingerðarfólk

 

Søkt verður eftir reingerðarfólkið til Vágs kommunu.

Talan er um:
• Starv í Eikilund áleið 15 tímar um vikuna frá 1. januar 2018.
• Starv í Vágs skúla áleið 12 tímar um vikuna frá skjótast tilber.

Størvini eru tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 663000 ella Petry 733008.

Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 08. November 2017 kl. 12.00.

Viðmerk vinaliga um tað er serstakt starv sum hevur áhuga.

Umsóknin skal sendast til:
VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 30
FO-900 VÁGUR
ella á vagur@vagur.fo

 

Facebook viðmerking