Húsabjálving

Undirvísarar til heilsuútbúgvingar á Heilsuskúla Føroya

Søkt verður eftir tímaløntum undirvísarum til almennar lærugreinar:

Heilsuhjálparaútbúgvingin: Fólkaskúlalærarar til føroyskt og enskt á E-støði, at byrja 1. januar 2018. Krav er, at lærarin hevur linjulestur í lærugreinunum.

Heilsurøktaraútbúgvingin: Adjunktar, ella lektarar í føroyskum, enskum, donskum og náttúrulæru á C-støði, at byrja 15. Mars 2018.

Vegleiðandi tímatal er 4-6 klokkutímar um vikuna, pr. lærugrein, í skúlatíðarskeiðunum.

Útbúgvingarnar skifta ímillum skúlagongd og starvsvenjing. Undirvísingin liggur tí í avmarkaðum tíðarskeiðum á uml. 2 mánaðir hvørja ferð. Heilsuhjálparaútbúgvingin varir 15 mánaðir. Heilsurøktaraútbúgvingin varir 22 mánaðir.

Almennu lærugreinarnar í Heilsuútbúgvingunum eru tvørfakligar við heilsufakligu lærugreinarnar. Lærarin ger undirvísingargongdir, undirvísir og førir upp til próvtøku, um lærugreinin verður trekt.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

 

Umsóknarfreistin er 15. novembur 2017.

Facebook viðmerking