Húsabjálving

Bilførari til Faroe Ship í Suðuroy

Vit sóknast eftir einum bilførara til lastbil til koyrideildina hjá Faroe Ship í Suðuroy at byrja sum skjótast.

Arbeiðið umfatar koyring við lastbili og treylara. Talan er í stóran mun um útkoyring av vørum, koyring við bingjum, koyring við fiski og aðrar fyrifallandi uppgávur.

 

Vanliga arbeiðstíðin er frá 8.00-16.00, men roknast kann við arbeiði aðrar tíðir eisini.

 

Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, er nærlagdur/løgd, fryntlig/ur og røkin. Neyðugt er eisini, at tú er sinnað/ur at arbeiða uttanum vanligar arbeiðstíðir, um tørvur er á tí.

 

Talan er um fast starv við tímaløn; lønin er sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

 

Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikoyrt til lastbil og treylara, harumframt er fyrimunur, um tú hevur koyrikort til trukk.

 

Umsóknir skulu sendast til jobs@faroeship.fo Freistin at søkja er mikudagin 8. november.

 

Eru spurningar til starvið ber til at ringja til Henning Sørensen á tlf.  549056 ella skriva til henning@faroeship.fo

 

Faroe Ship

 

Facebook viðmerking