Húsabjálving

Húsavørður til Sandoyar Skúlasamband

Sandoyar Skúlasamband søkir eftir húsavørði at byrja beinanvegin.

Ábyrgdarøki: 
Húsavarðastarvi er eitt fulltíðarstarv. Húsavørðurin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum skúlans bygningum.

Vit vænta av tær at tú: 
• Hevur góð samstarvsevnir
• Hevur gott handalag
• Dugir væl at loysa uppgávur
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin

Umsøkjari má kunna arbeiða sjálvstøðugt.

Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.
 
Umsóknarfreistin er 20. november 2017.
 
Facebook viðmerking