Húsabjálving

H71-VB sunnudagin

Sunnudagin skulu VB-kvinnurnar aftur í útidyst, hesaferð í Hoyvíkshøllini, har H71 tekur ímóti.

VB tók í fyrsta umfari ímóti H71 í Vágs Høll og hóast VB vann dystin við 4 málum, 27-23, so var talan um ein javnan dyst. Nú Hoyvíks-kvinnur eru á heimavølli, so kann gerast talan um ein truplan dyst.

VB er í løtuni á einum 2. plássi í Hvonndeildini við 9 stigum fyri 6 dystir, meðan H71 er á 4. plássi við 6 stigum fyri 6 dystir.

Dysturin verður í Hoyvíkshøllini kl. 14.30 sunnudagin.

 

Facebook viðmerking