Húsabjálving

Glenn Ståhl venjari hjá Suðuroyingum

Sviin Glenn Ståhl skal venja Suðuroyingar komandi ár. Hetta váttar Julius Vest Joensen fyri Suðuroyarportalinum.

Glenn Ståhl er 46 ára gamal og hevur hægstu venjaraútbúgving í Evropa, sonevnda UEFA Pro License. Glenn Ståhl hevur venjararoyndir úr bæði Svøríki og Norra.

Glenn Ståhl var herfyri á vitjan í Suðuroynni, har hann heilsaði uppá leiðsluna í felags Suðuroyarliðnum og var og hugdi eftir umstøðunum, bæði við Stórá í Trongisvági, á Eiðinum í Vági og inni á Oyrunum, har nýggj Marghøll verður bygd og Páls Høll er.

Glenn lat sera væl at umstøðunum og eru vit eisini sera fegin um, at tað hevur borið til at fingið í lag avtalu við Glenn Ståhl, sigur Julius Vest Joensen.

Glenn Ståhl tekur við sum venjari eftir at Maurice Ross, sum longu áðrenn landskappingin endaði boðaði frá, at hann ynskti ikki at halda áfram hjá felags Suðuroyarliðnum.

Facebook viðmerking