Húsabjálving

Dúkurin lagdur á

Í farnu viku varð marghøllin reist og í vikuni varð dúkurin lagdur á. Og í góðveðrinum í dag er takið og síðurnar á marghøllini lagdar, soleiðis at tær nú liggja sum tær skulu.

Farið er eisini ígongd við at festa dúkin við jarn-montering, sum er gjørd til endamálið.

Sjálvboðin vóru eisini á Oyrunum í dag og ruddaðu. Alt leyst á økinum varð ruddað í lastir og verður hetta burturbeint í komandi viku.

Í komandi viku verða galvarnir eisini festir á marghøllina.

Fylgjast kann við byggingini av Marghøllini í Vági á Facebook vanganum “Marghøllin í Vági”.

Facebook viðmerking