Húsabjálving

VB vann í jøvnum dysti

VB vann 26-23 ímóti H71 í Hoyvíkshøllini í dag. Men talan var um sera javnan og spennandi dyst, har VB ikki fyrr enn ímóti endanum megnaði at leggja seg framum og vinna dystin.

Liðini bæði skiftust um at verða frammanfyri í fyrra hálvleiki, sum gekk sera javnt á. Hálvleiksstøðan var eisini javnleikur 10-10.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri hálvleikur endaði, og liðini bæði fylgust til støðuna 20-19 til VB. Men so fekk H71 fýra skjót mál og so var støðan 22-20 til H71. 

VB stríddi seg inn aftur í dystin og við fimm málum á rað, uttan at H71 skoraði, gjørdist støðan 25-22. Bæði liðini fingu hvør sítt mál afturat, og VB vann sostatt 26-23.

Málini hjá VB:

Bára K. Mortensen: 6 mál
Agnes Fallesen: 6 mál
Gurið K. Augustinussen: 4 mál
Caroline Ladefoge: 3 mál
Rannvá Johannesen: 3 mál
Mathilde M. Pedersen: 2 mál
Rúna Jacobsen: 1 mál
Laila Eysturberg: 1 mál

Facebook viðmerking