Húsabjálving

Felagið Føroysk Træseglskip havt aðalfund

Fríggjadagin tann 3. november 2017, kl. 19 høvdu vit aðalfund. Formaðurin legði fram ársfrásøgn fyri 2017 við uppskoti til grannskoðarar roknskapir frá Føroya Regatta og Føroya Sjómannadegi, sum nevndin mælti aðalfundinum til at góðkenna.

Ársfrásøgnin er niðast.

Tvey av evnunum í ársfrásøgnini, tað um Søvn Landsins og Merkið fingu drúgva umrøðu.

Tað harmaði limirnar, at Norðlýsið og Dragin hava fingið boð um, at skipini ikki uppfylla krøvini fyri átekning sum mentanarsøgulig skip á nøktandi hátt, – men limirnir seta sítt álit á, at kæran, verður skipunum at frama.

Merkið – stór undirtøka var fyri tí sum skrivað er í ársfrásøgnini. Semja var um, at fara til verka sum skjótast.

Aðalfundurin góðtók ársfrásøgnina og roknskapin.

Tveir nevndarlimir, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen, stóðu fyri vali – 2 ár, teir tóku við afturvali.

Tveir tiltakslimir fyri eitt ár: Bjarni Heinesen bar seg undan afturvali, nú hann hevur selt motordeksbátin “Heimdal” til Miðvágs. Limir/aðalfundurin takkaðu Bjarna fyri hansara nevndararbeiði. Valdir vórðu: Jóannes Eidesgaard, sum tók við afturvali og Dánial Joensen (Heimdal).

Grannskoðararnir: Bjarni Heinesen og Hávarður Enni tóku við afturvali.

 

Vinaliga

Nevndin fyri Felagið Føroysk Træseglskip

Hans Eli Hansen, formaður, 756661

Gudmund Jacobsen, næstformaður

Jens Marius Poulsen, nevndarlimur/skrivari, 210185

Emil Simonsen, nevndarlimur

Arnbjørn Egholm, nevndarlimur

Bjarni Heinesen, tiltakslimur

Jóannes Eidesgaard, tiltakslimur

 

2017 – Ársfrásøgn FFT

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking