Húsabjálving

Hans Jacob og Egill styrktu um oddasessin

Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson vunnu 31. umfar í sjavs, sum var í VB-húsinum, 26. oktober, og hava harvið styrkt um støðuna í oddinum í sjavskappingini, nú sjavsárið nærkast endanum.

Úrslitið av 31. umfari var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør.

Nr. 2. Elna Poulsen og Bogi Lisberg, 3 stig hvør

Nr. 3. Elnar Holm og John Bech, 2 stig hvør

Nr. 4. Tummas Jacobsen og Jákup Joensen, 1 stig hvør

 

Úrslitið førir við sær, at Hans Jacob Bech nú hevur 38 stig og Egill Steintórsson hevur 37 stig. Páll Lervig er nr. 3 við 29 stigum.

 

Næsta umfar í sjavskappingini, 32. umfar verður í VB-húsinum 9. november kl. 18.30.

Facebook viðmerking