Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Vágs Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 12. oktober. 2018 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økið í sunnanfyri Núpin millum Rygsgjógv inn móti Ónavík, matr. nr. 623a, 40, 364b, 303a, 601, 303a, 129d, 378a, og 558b Vágur.

Upprunin til málið:

  • Økið verður lagt av sum D4 Havna- og ídnaðarøki, ætlað til virkir, ið fáast við aling, fiskaframleiðslu og annað har tilhoyrandi virksemi.

 

 Lýsing av málinum – samandráttur:

  • Í sambandi við ætlanir at loyva bygging av virkjum, ið fáast við aling og fiskaframleiðslu, skal byggisamtyktin fyri økið broytast og staðfestast sum verandi D4 Havna- og ídnaðarøki. 
  • Økið liggur sum er uttangarðs, og er ikki fevnt av býarskipan og byggisamtyktum fyri Vágs Kommunu.

 

Serligar ásetingar fyri D4 Havna- og ídnaðarøki í almennu byggisamtyktini fyri Vágs Kommunu verða:

  1. Økið verður avlagt til Havna- og ídnaðarøki og til virkir sum hava við við aling, fiskaframleiðslu og annað har tilhoyrandi virksemi
  2. Bygningar mugu ikki vera hægri enn 12m til yvirgrindina og 15m til mønuna, mátað frá miðaljørildini (miðal við húsahornini), og byggjast kann bert sambært byggiætlan, sum býráðið og møguligir aðrir myndugleikar hava góðkent, frammanundan.
  3. Byggjast kann eftir tørvi á økinum: Virkisbygningar, handverksverkstøð, smiðjur, goymslur, pakkhús, elverk, bingjupláss og annað.
  4. Til bygningar, sum lúka tey ásettu krøvini og sum bygdir verða á økinum, skal ávíst øki leggjast av til parkeringspláss. Økið skal í hvørjum einstøkum føri verða góðkent av byggivaldinum, soleiðis at farið verður eftir, hvør nýtslan er, tali á starvsfólki og tørvi hjá viðskiftafólki at seta bilin frá sær og tílíkt.

 

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í tíðarskeiðinum frá 12. oktober 2018 til 5. november 2018. og á heimasíðuni www.vagur.fo

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 26. november 2018.

 

Vágur hin 12. Oktober 2018

 

 

Kort yvir økið: (Økið har broytingin verður er litað)
Størri kort: her

 

Facebook viðmerkingar