Húsabjálving

Laborantar til Patologisku Kanningarstovuna

Eru tit laborantarnir vit leita eftir?

Vit søkja eftir tveimum laborantum til spennandi og avbjóðandi starv á Patologisku kanningarstovuni.

Okkara uppgávur fevna m.a. um:

  • at ávísa smittu/sjúku í fiski og djórum
  • reinføriskanningar fyri sjúkuelvandi bakteriu
  • at kanna mótstøðuføri hjá seyði móti ridluskriða
  • innkoyring og góðskutrygging av nýggjum kanningum
  • viðlíkahald og menning av okkara góðskuskipan.

Vit nýta framkomnar kanningar, so sum PCR, real-time PCR, sekventering, NGS, bioinformatik, ELISA, IFAT og dyrking av virus á kyknum.

Tú skalt:

  • hava lokið prógv sum laborantur ella aðra tilsvarandi útbúgving
  • duga føroyskt og/ella norðurlendskt í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:

  • omanfyrinevndu kanningum
  • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025
  • vanligum telduskipanum, LIMS og journalskipanini 360.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.foUmsóknarfreistin er 17. nov
 
Facebook viðmerking