Húsabjálving

Microsoft Dynamics NAV Virkisráðgevi

Ert tú Microsoft Dynamics NAV virkisráðgevi ella hevur tú arbeitt á búskapardeild, við hollum kunnleika til Microsoft Dynamics NAV, og kundi tú hugsað tær at gerast partur av einum sterkum toymi í einari spennandi fyritøku í vøkstri?

Hjá NAV2DAY arbeiða vit miðvíst við at skapa eitt av bestu arbeiðsplássunum innan Microsoft Dynamics NAV í landinum. Vit skunda okkum ikki við at gerast tað størsta, men við at byggja ein vælriknan og vælvirkandi Microsoft Dynamics NAV partnara grundaðan á m.a. dugnalig og kundaáhugaði starvsfólk, sum brenna fyri at gera mun hvønn tann einasta dag.

Tú verður partur av einum serstakliga dugnaligum og royndum toymi, sum setur samstarvi við bæði kundar og starvsfelagar allar ovast á dagsskránna í gerandisdegnum.

Tín gerandisdagur verður hesin

At veita tænastu til verandi føroyskar og altjóða Microsoft Dynamics NAV kundar, og tú skalt eisini megna at taka grundleggjandi loysnarábyrgdina fyri teir mongu nýggju kundarnar, sum velja NAV2DAY, sum teirra framtíðar samstarvspartnara.

Vit hava brúk fyri einum ráðgeva við hollum royndum innan økini búskap, sølu, keyp, goymslu v.m. í Microsoft Dynamics NAV fíggjarstýrings loysnini.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.foUmsóknarfreistin er 31. nov
 
 
Facebook viðmerking