Húsabjálving

Missiónsvika á Tvøroyri

Í døgunum 9. til 12. nov. verður árliga missiónsvikan í missiónshúsinum á Tvøroyri. Byrja verður hóskvøldið kl. 19.00. Tá eru juniorar (børn í 4. fl. og eldri) við familju serliga boðin við. Tó eru øll onnur eisini hjartaliga vælkomin! 

Fríggjakvøldið kl. 18.00 verður eitt hugnakvøld við pitsa og køku. Jógvan Højgaard og onnur luttaka við ymiskum. Her er tankin, at gera tað lagaligt fyri smábarnafamiljur at vera við.

Leygarkvøldið kl. 20.00 verður møti, har Leo Hans Mikkelsen úr Sørvági talar, og Mansbólkurin syngur. Aftaná ein steðg, u.l. kl. 21.45, verður so ein ungdómsløta, sum Agnar Joensen úr Sandavági skipar fyri.

Sunnudagin kl. 14.00 verður familjuguðstænasta við Henning Bøgesvang presti. Eisini kemur Skúlakórið í Trongisvági at syngja nakrar sangir. Við hesa guðstænastu verður høvi at stuðla sunnudagsskúlaarbeiðinum, sum Heimamissiónin ger runt landið, við eini peningagávu.

Sunnukvøldið kl. 18.00 verður møti, har Sigurd Sørensen úr Norðagøtu talar, og Streingjakórið í Porkeri syngur. Tá verður høvi at lata eina gávu til missiónsarbeiðið.

Fyrireikararnir vilja gera vart við, at sjálvt um onkur av tiltøkunum í ávísan mun miða eftir einum ávísum málbólki, eru øll hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini!

 

 

Facebook viðmerking