Húsabjálving

Kyndil og VB leiktu aftur javnt

Kyndil og VB leiktu aftur javnt í kvøld, hesaferð í høllini á Hálsi, men úrslitið var eins og seinasta 21-21.

Tað var annars Kyndil, sum byrjaði best og var meginpartin av fyrra hálvleiki á odda við 2-3 málum. Hálvleiksstøðan var eisini 14-12 til Kyndil.

Kyndla-kvinnur hildu í seinna hálvleiki áfram, har teir sleptu í fyrra. Og longi sá út til, at hetta fór at verða ein dystur, har Kyndla-kvinnurnar fóru at draga longra stráið.

Men tá støðan var 19-17 og 10 minuttir vóru eftir, bað VB-venjarin um Time-out. Kyndli legði seg tó eftir Time-out’ið á odda 20-17, men so gjørdu VB-kvinnurnar ein vørr.

Fyrst minkaðu tær um munin til 20-18. Kyndil skoraði aftur til 21-18, men so fekk VB 3 mál á rað og dysturin endaði sostatt við javnleiki 21-21.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Agnes Fallesen, Gurið K. Augustinussen og Barbara K. Hjelm: 4 mál

Bára K. Mortensen, Caroline Ladefoged og Mathilde M. Pedersen: 3 mál

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking