Húsabjálving

VB aftur til Havnar sunnudagin

Fjórða dystin á rað skal VB sunnudagin spæla útidysti. Leiðin gongur aftur til Havnar, har Neistin tekur ímóti. Eisini næsta vikuskiftið er útidystur á skránni, soleiðis at VB tá hevur spælt 5 útidystir á rað.

Eftir javnleikin ímóti Kyndli tórskvøldið, eru Kyndil og VB framvegis á 2. plássi í Hvonndeildini. Liðini bæði hava 12 stig fyri 8 dystir.

Mótstøðuliðið sunnudagin, Neistin, hevur 9 stig fyri 8 dystir. VB og Neistin hava spælt ein dyst fyrr í heyst, tað var 24. september í Vágs Høll. Tann dystin vann VB 26-24 og var talan um ein spennandi og væl leiktan hondbóltsdyst.

Kl. 14.30 sunnudagin bresta liðini bæði saman aftur í Høllini á Hálsi.

 

 
Facebook viðmerking