Húsabjálving

Hegri á ferð í Vági

Hesa tíðina á árinum, um heystið og um várið, eru góðir møguleikar fyri at síggja ymiskir fuglar, sum ikki eru gerandisgestir í Føroyum. -Fuglar á ferð suðureftir um heystið og norðureftir um várið. Og aðrar tíðir eisini fuglar, sum eru “blástir” av leið av stormi ella vindi.

Ikki er óvanligt hesa ársins tíð at síggja hegrar í Føroyum. Seinastu árini, um hesa tíðina, eru hegrar ofta sæddir kring økið á Sandinum í Vági og við Gjógvará.

Tórsdagin tók Bjartur Vest mynd av hesum hegranum, sum stóð á girðingin kring Parkina á Sandinum.

Hegrar eru eyðkendir við longu beinunum, krøkta hálsinum og longu spískum nevi. Hegrar kunnu gerast 90-98 cm langir.

Facebook viðmerking