Húsabjálving

Mariann Johansen sýnir fram í Miðlatúni


Listakvinnan Mariann Johansen av Tvøroyri, sýnir fyri fyrstu ferð sínar tekningar fram, og tað er í Miðlatúni í november og desember mánað.
 
Eitt sindur um listakvinnuna
 
Mariann er búsitandi á Tvøroyri, útbúgvin fólkaskúlalærari og sjúkrarøktarfrøðingur, og starvast á Almanna og Heilsuskúlanum í Suðuroynni.
 
Henni hevur altíð dámt at teknað og málað.
Tað eru trý ár síðani, at hon setti sær sum mál at sýna sínar tekningar fram.
Íblásturin kemur frá ymiskum hendingum og avbjóðingum úr hennara egna lívið, sigur Mariann
 
 
Fólkasløg , mentanir og persónsmenskur av ymiskum síggjast aftur í tekniingunum.
Fólk siga ofa, at tey síggja seg sjálvi aftur í tekningunum.
 
 
 
Tekningarnar eru gjørdar til plakatir og verða frá mitt í næstu viku til sølu í Miðlatúni.
 
 
 
Facebook viðmerking