Húsabjálving

VB greiðan sigur á Neistanum

VB vann greiðan 26-19 sigur á Neistanum í høllini á Hálsi í dag. VB legði seg á odda tíðliga í dystinum og helt eina fleiri máls leiðslu allan dystin á tamb.

Hálvleiksstøðan var 13-8 til VB.

Í seinna hálvleiki økti VB bara um leiðsluna. Neistin royndi at gera ein vørr miðskeiðis í seinna hálvleiki, men hesum steðgaði VB skjótt og lætt.

Og seinastu 10 minuttirnar setti VB ferð á og Neistin megnaði als ikki at fylgja við,

Dysturin endaði eisini við einum greiðum 26-19 sigri til VB.

Málini hjá VB gjørdu:

Mathilde Pedersen: 8 mál

Caroline Ladefoged: 4 mál

Agnes Fallesen, Barbara K. Hjelm og Bára K. Mortensen: 3 mál

Gurið K. Augustinussen og Rannvá Johannesen: 2 mál

Rúna M. Jacobsen: 1 mál

Facebook viðmerking