Húsabjálving

Fakligur stjóri til Gigni

Ert tú heilsufrøðingur, og ynskir tú at ávirka og menna fakliga virksemið hjá Gigni, so er starvið sum fakligur stjóri í Gigni ein áhugaverdur møguleiki.

Um Gigni
Gigni er skipað bygnaðarliga undir Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini til heilsufakligu tænastuna.

Gigni virkar sambært løgtingslóg um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til m.a. barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung.

Um starvið
Fakligi stjórin fyri Gigni hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni, og skal í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd raðfesta fakliga arbeiðið.

Fakligi stjórin fyri Gigni fær ábyrgdina av fakligu leiðsluni og menningini av Gigni.

Í høvuðsheitum skal fakligi stjórin í Gigni røkja hesar uppgávur:

  • Umsita løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
  • Tryggja at Gigni fylgir ásettu lóg og kunngerð
  • Menna og viðlíkahalda heilsufakliga virksemið
  • Skipa heilsufrøðiliga virksemið
  • Gera viðmerkingar til ætlaðar lógarbroytingar og kunngerðir innan fólkaheilsu til børn og ung
  • Raðfesta heilsufakliga virksemið innan fíggjarligu karmarnar
  • Taka lut í viðkomandi arbeiðsbólkum og nevndum
  • Luttaka á viðkomandi norðurlendskum og altjóða fundum

Førleikakrøv
Tann ið settur verður, skal hava lokið prógv sum heilsufrøðingur.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.
Facebook viðmerking