Skjalasavnið ríkast hvørja viku

Tíðindi

Tvøroyrar Skjalasavn, ið heldur til í gamla Ísvirkinum á havnarlagnum, verður ríkari í tilfari hvørja einastu viku. Seinasta fríggjadag fingu Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, søgufrøðingar, ein vørubil suður, stúgvandi fullan av tilfari um fyrrverandi stórhandilin, ja, tann størsta í Føroyum í sínari tíð, A/S J. Mortensens Eftf (JME).  Har umframt kom eisini tilfar um Hvítaneshandilin suður hesaferð.

Eftir at hava borið tilfarið inn á Ísvirkið, er næsta uppgávan at pakka tilfarið út og skjalføra tað, soleiðis at tað altíð er tókt at leita fram aftur á lættasta hátt. Serstaka søgan hjá Tvøroyri verður við hesum varðveitt undir tryggum og skipaðum umstøðum, her á staðnum, har hon í sínari tíð varð skapt. Kári og Jens Pauli eru sera takksamir fyri at Tjóðsavnið hevur latið teimum tilfarið í varðveitslu. Hillaskipanin á Ísvirkinum fyllist alsamt og søguligi samleiki Tvøroyrar verður meira og meira fulfíggjaður.

Ein síða úr kassabók hjá JME í 1870. Hetta er áðrenn virkið gjørdist reiðarí við fiskiskipum. Seiðanótin í sóknini var ein av tátíðar inntøkukeldunum. Vert er at nevna, at tá var eisini ein sildanót í sóknini.

Gjaldoyrað tá: 1 ríkisdáli = 6 markar = 96 skillingar. Krónur og oyru komu ístaðin í 1875. Ein ríkisdáli varð settur til tvær krónur.  

Burtur úr kassabókini sæst m.a.: at nótin varð bøtt, turkað og tjørað regluliga. At ein leypur av seiði kostaði 5 markar, t.e. umleið 1 kr 67 oyru. Og at ein dagløn var 3 markar, t.e. ein króna.

Á myndini síggja vit síðu úr kassabókini hjá JME, frá 1870. 
 
Kelda: Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar