U15 landsliðið til Liktinstein

Í morgun fór U15 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti til Liktinstein, har Føroyar skulu spæla tveir dystir ímóti Liktinstein.

U15-ferðalagið kemur til Liktinstein í kvøld og er venjing á skránni stutt eftir at dreingirnar eru komnir til Ruggell í Liktinstein, har U15 landsliðið skal spæla ímóti Liktinstein.

Dystirnar ímóti Liktinstein eru tórsdagin kl. 15 (kl. 14 føroyska tíð) og leygardagin kl. 14 (kl. 13 føroyska tíð).

Venjari hjá U-15 landsliðnum er Øssur Hansen

Liðið, sum er úttikið til landsdystirnar ímóti Liktinstein er:

Fayo Kruse, EB/Streymur

Óli Mittún, HB

Rógvi Eyðbjørnsson, KÍ

Sigurd Rasmussen, B36

Jacob N. Vilhelm, KÍ

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

Heini S. Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Jákup A. Thomsen, Víkingur

Rani W. Sørensen, HB

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DEN)

Ejvind Restorff Mouritzen, HB

Hans Jacob Arngrímsson, Víkingur

Alexander Holm Kilgour, TB/FCS/Royn

Elias Isaksen, Víkingur

Hjarnar Johansen, B68

Tóki á Lógv, KÍ

Oddmar Nybo Jespersen, TB/FCS/Royn

Jóhan Højbro, ÍF

Mourits Mohr Bisgaard, Vejle Boldklub

Facebook viðmerkingar