U15 landsliðið í Liktinstein

Ítróttur Tíðindi

Í hesum døgum er U15 landsliðið í fótbólti í Liktinstein, sum er eitt av minstu londunum í Evropa, á stødd við Suðuroynna.

Liktinstein er eitt fýrstaríkið við Sveits fyri vestan og Eysturríki fyri eystan. Liktinstein er 160 km2 í vídd og er sostatt eitt sindur minni enn Suðuroyggin sum er 164 km2 til víddar.

Tað búgva umleið 38.000 fólk í Liktinstein og landið er býtt í 11 kommunur. 

Hóast Liktinstein hevur landslið fyri bæði menn og kvinnur og ungdómslandslið, so er ongin “heimlig fótbóltskapping” í Liktinstein. Lið úr Liktinstein kappast í Sveisisku ligaini. Í Liktinstein er tó ein árlig steypakapping, har vinnarin vinnur sess í Evropeisku kappingunum.

U15 landsliðið hjá dreingjum skal tórsdagin og leygardagin spæla ímóti U15 landsliðnum hjá Liktinstein.

Meiri um hetta seinni.

Facebook viðmerkingar