Filmsstuðul 2018: 13 fingu stuðul í seinna umfari

Tíðindi

Ársins seinna stuðulsumfar til film er nú avgreitt. Inn komu 25 umsóknir, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, letur stuðul til 13 av umsóknunum. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um listar- og dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 13 fingu stuðul í seinna umfari 2018 fyri tilsamans 799.700 kr.:

  • Maria Tórgarð – Living Room – 72.800 kr.
  • Zacharias Hammer – Føroyska trolarasøgan – 25.000 kr.
  • Sára Wang – Patienten – 10.000 kr.
  • Anita Hermansen – Tummas – 38.000 kr.
  • Trygvi Danielsen – 111 góðir dagar – 65.000 kr.
  • Heiðrikur á Heygum – Island Fever – 190.000 kr.
  • KYK Myndir v/ Jón Hammer – Oktober – 144.900 kr.
  • Maria Winther Olsen – NINA – 39.000 kr.
  • Jóhan Martin Christiansen – Touch me, Touch me Gently – 30.000 kr.
  • Julia í Kálvalíð – Faðir mín faðir – 30.000 kr.
  • Rógvi Rasmussen – Tað, ið hjarta sær, gloymist ei – 75.000 kr.
  • Árni Nicolajsen – Vísindamaður við seiðakikara – 30.000 kr.
  • Alda E. Magnussen – Ábyrgd – 50.000 kr.

Heiðrikur á Heygum hevur fingið størstu stuðulsupphæddina, 190 túsúnd krónur, sum skal brúkast til at menna ein musical um eina føroyska bygdagentu, ið droymir um at gerast heimskend í Hollywood. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí pápi gentuna stýrir henni við harðari hond. Visuella úttrykkið skal verða ‘50-arasligt, meðan søgustílurin verður sokallað “magisk realisma”. Heiðrikur á Heygum hevur arbeitt við magiskari realismu í eitt nú filmunum “Sigarett”, “True Love” og “Aldan Reyð”.

Huglagsmynd frá musical-verkætlanini hjá Heiðriki á Heygum, sum hevur fingið størstu stuðulsupphæddina

KYK Myndir v/Jón Hammer hevur fingið stuðul til film eftir Sakaris Stórá, sum verður framleiddur sum ein yrkisfilmur. Filmurin varpar ljós á, hvussu tað kennist at vaksa upp í einum maskulinum umhvørvi, har tað fremsta kravið er at verða ein “rættur maður”. Við søguni um 20 ára gamla Kára fer filmurin at lýsa eina tilveru og eina tíð á einum flakavirki í eini bygd í Føroyum.

Maria Tórgarð hevur fingið stuðul til stuttfilmin Living Room. Filmurin er ein spennandi, sálarfrøðiligur filmur við satiriskum undirtónum um tríggjar systrar, ið sita í eini lítlari stovu og spæla sjavs um einasta arvalutin eftir mammu teirra; eitt kuffert við ókendum innihaldi. Meðan tær spæla, stinga minnir seg upp, og vit fáa eitt innlit í barndóm og uppvøkstur hjá hesum kvinnunum, ið ikki hava sæð hvørja aðra í tjúgu ár. Stigtakararnir til verkætlanina eru toymið aftan fyri filmin “Manden med bleen”, ið vann áskoðaravirðislønina til Geyta-handanina 2018.

Aftur hesa ferð er barnatilfar millum verkætlanirnar. Anita Hermansen hevur fingið stuðul til ein stuttan teknifilm, “Tummas”, ið viðger hjúnaskilnað sæð úr sjónarhorninum hjá 4 ára gamla Tummasi.

Tveir filmsráðgevar, Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, hava gjørt tilmælið til landsstýriskvinnuna um stuðulsbýtið. Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er nú 2,3 milliónir krónur, og í fyrra umfari vóru 1.500.300 krónur býttar út. Eftir vóru sostatt 799.700 krónur til hetta seinna umfarið.

Facebook viðmerkingar