Bøta um ferðslutrygdina við Vágs skúla

Vágs Kommuna hevur avgjørt at bøta um ferðslutrygdina í Vági, við serligum atliti at ansa eftir skúlabørnunum í ferðsluni.

Mong børn skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis til at venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.

Í hesum sambandi hevur Vágs Kommuna tikið stig til at bøta um trygdina á Toftavegi, sum er sera smalur, og trongt er hjá børnum og bilum at ferðast trygt.

Serliga vandafult er hjá børnum at ferðast trygt við skúlan, har børn, vaksin, súkklur og nógvir bilar møtast um somu leið.

Vágs Býráð hevur tí samtykt at einsrætta Toftaveg, sum eina royndarskipan í eitt ár, við møguleika at tillaga skipanina saman við løgregluni.

Broytingin verður henda:

Loyvt verður bert at koyra eystur eftir Toftavegi, frá húsinum hjá Esther Johannesen á Toftavegi 1, og eystur til Toftabrekku.

Loyvt verður at koyra í báðar rætningar á Toftavegi millum Toftabrekku og Kroslábrekku.

Loyvt verður bert at koyra eystur eftir Toftavegi millum Krosslábrekku og Toftalíð.

Loyvt verður at koyra í báðar rætningar á Toftavegi millum Toftalíð og Marknoyrarveg

Hetta broyting fær virknað frá mánamorgunin 22. Oktober 2018, kl. 08.00.

Kort yvir økið sæst her (trýst fyri størri mynd):

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu.

Facebook viðmerkingar