Væleydnaður hondbóltskúli

Hetta var fjórða árið á rað, at VB skipaði fyri Hondbóltskúla. Og tað sær út til, at tiltakið er komi fyri at verða. Heili 83 hondbóltsleikarar luttóku hesaferð. Umframt Vágshøll er Marghøllin eisini blivin partur av kørmunum um tiltakið. Í tveir dagar í heystferiuni hugnaður ungu leikararnir sær við hondbólti og øðrum. Umframt hondbólt vóru ymisk spøl, diskotek v.m. Og borðreitt varð við góðum mati til leikararnar. Umframt staðbundnu venjarar luttóku Sophus D. Christiansen og Rasmus Steensgaard sum gestavenjarar.

Samanumtikið eitt væleydna og væl fyriskipað tiltak sum er vorði partur av føroyska hondbóltinum.

Facebook viðmerkingar